AI assistant
Atlantic Petroleum P/F — Governance Information 2017
May 5, 2017
8209_iss_2017-05-05_01b6ae8c-fbdc-4a6a-a26d-bd815e5ee213.pdf
Governance Information
Open in viewerOpens in your device viewer
VIÐTØKUR FYRI
P/F Atlantic Petroleum viðtiknar á stovnandi aðalfundi tann 11. feb. 1998 og sum seinast broyttar eftir aðalfundaravgerð hin 29. apríl 2016, við nevndarfundaravgerð hin 13. mars 2017 og 4. mei 2017.
I. Navn, heimstaður og endamál
§ 1.
Navn felagsins er "P/F Atlantic Petroleum" við hjánavninum "P/F Atlants Kolvetni (Atlantic Petroleum)".
Heimstaður felagsins er Tórshavnar kommuna.
Endamál felagsins er at reka vinnu innan kolvetnisútvinnan og annan handil og aðra vinnu í hesum sambandi. Harumframt hevur felagið til endamáls at reka vinnu innan fastogn, harundir - men ikki avmarkað til - at eiga, leiga, útleiga, keypa, selja og reka fastognir og annan handil og aðra vinnu í hesum sambandi. Felagið kann eiga kapitalpartar í øðrum feløgum og annars útinna virksemi sítt umvegis dóttirfeløg.
II. Partapeningurin
§ 2.
Stk. 1.
Partapeningur felagsins er kr. 3.697.860,00. Partarnir eru kr. 1 til støddar og multipla av hesum. Eingi partabrøv hava framíhjárættindi.
Partabrøvini skulu ljóða uppá navn, og eru negotiabul.
Partaeigararnir hava onga skyldu at lata partabrøv síni innloysa.
§ 3
Stk. 1.
Aðalfundur felagsins hevur avgjørt at heimila nevnd felagsins til í tíðini til 11. apríl 2018 til í einum ella fleiri umførum at hækka partapening felagsins við upp til kr. 3.000.000 í áljóðandi virði við tekning av nýggjum partapeningi. Kapitalhækking skal fara fram við fortekningarrætti fyri verandi parteigarar felagsins. Hækking av partapeninginum kann fara fram við tekning í reiðum peningi ella heilt ella lutvíst fara fram við tekning í øðrum virðum enn reiðum peningi, herundir soleiðis,
- at felagið í sambandi við hækking í partapeninginum ímóti viðurlagi í partabrøvum yvirtekur annað verandi virki, virksemi ella felag ella partabrøv í øðrum felagi (fusión);
- at felagið í sambandi við hækking í partapeninginum uttan viðurlag í partabrøvum tekur við slíkum øðrum virðum.
Gjald fyri hækking av partapeninginum kann harumframt heilt ella lutvíst fara fram við konvertering av skuld hjá felagnum til partapening.
Stk. 2.
Fyri nýtekning av partapeningi við heimild í hesi grein verða annars at galda hesar ásetingar:
-
- Partapeningurin fær somu rættindi í felagnum sum verandi partapeningur;
-
- Partabrøvini skulu ljóða uppá navn og eru negotiabul;
-
- Partaeigararnir hava onga skyldu at lata partabrøv síni innloysa;
-
- Partabrøvini eru til støddar kr. 1 og multipla av hesum.
-
- Við yvirtekning ger nevnd felagsins frítt av, hvussu tann til tekningar innboðna partapeningsupphædd - ið ikki er teknað við støði í fortekningsrætti - skal býtast millum tey, ið boðið hava sær til at tekna.
Stk. 1.
Aðalfundur felagsins hevur avgjørt at heimila nevnd felagsins til í tíðini til 11. apríl 2018 til í einum ella fleiri umførum at hækka partapening felagsins við upp til kr. 1.928.843,00 í áljóðandi virði við tekning av nýggjum partapeningi. Kapitalhækkingin skal fara fram uttan fortekningarrætt fyri verandi parteigarar felagsins og skal tekning fara fram til marknaðarkurs. Hækking av partapeninginum kann fara fram við tekning í reiðum peningi ella heilt ella lutvíst fara fram við tekning í øðrum virðum enn reiðum peningi, herundir soleiðis,
- at felagið í sambandi við hækking í partapeninginum ímóti viðurlagi í partabrøvum yvirtekur annað verandi virki, virksemi ella felag ella partabrøv í øðrum felagi (fusión);
- at felagið í sambandi við hækking í partapeninginum uttan viðurlag í partabrøvum tekur við slíkum øðrum virðum.
Gjald fyri hækking av partapeninginum kann harumframt heilt ella lutvíst fara fram við konvertering av skuld hjá felagnum til partapening.
Stk. 2.
Fyri nýtekning av partapeningi við heimild í hesi grein verða annars at galda hesar ásetingar:
-
- Partapeningurin fær somu rættindi í felagnum sum verandi partapeningur;
-
- Partabrøvini skulu ljóða uppá navn og eru negotiabul;
-
- Partaeigararnir hava onga skyldu at lata partabrøv síni innloysa;
-
- Partabrøvini eru til støddar kr. 1 og multipla av hesum.
-
- Við yvirtekning ger nevnd felagsins frítt av, hvussu tann til tekningar innboðna partapeningsupphædd skal býtast millum tey, ið boðið hava sær til at tekna.
§ 3C.
Stk. 1.
Aðalfundur felagsins hevur avgjørt at heimila nevnd felagsins til í tíðini frá 30. apríl 2016 til 29. apríl 2021 til í einum ella fleiri umførum at hækka partapening felagsins við upp til íalt kr. 150.000.000 í áljóðandi virði við tekning av nýggjum partapeningi. Kapitalhækkingin skal fara fram við fortekningarrætti fyri verandi parteigarar felagsins. Hækking av partapeninginum kann fara fram heilt ella lutvíst við tekning ímóti gjaldi í reiðum peningi ella kann heilt ella lutvíst fara fram við tekning ímóti inngjaldi í øðrum virðum enn reiðum peningi ella heilt ella lutvíst við tekning ímóti inngjaldi við at umleggja skuld til partapening. Kapitalhækkingin kann fremjast við inngjalding til ein tekningarkurs, sum kann vera lægri enn marknaðarvirðið á partabrøvunum.
Stk. 2.
Fyri nýtekning av partapeningi við heimild í hesi grein verða annars at galda hesar ásetingar:
-
- Nýggi partapeningurin fær somu rættindi í felagnum sum verandi partapeningur;
-
- Nýggju partabrøvini skulu ljóða uppá navn og eru negotiabul;
-
- Nýggju partabrøvini kunnu ikki vera inngoldin lutvíst;
-
- Nýggju partaeigararnir hava onga skyldu at lata partabrøv síni innloysa;
-
- Partabrøvini eru til støddar kr. 1 og multipla av hesum;
-
- Við yvirtekning ger nevnd felagsins frítt av, hvussu tann til tekningar innboðna partapeningsupphædd - ið ikki er teknað við støði í fortekningarrætti - skal býtast millum tey, ið teknað hava.
§ 3D.
Stk. 1.
Aðalfundur felagsins hevur avgjørt at heimila nevnd felagsins til í tíðini frá 30. apríl 2016 til 29. apríl 2021 til í einum ella fleiri umførum at hækka partapening felagsins við upp til íalt kr. 150.000.000 í áljóðandi virði við tekning av nýggjum partapeningi. Kapitalhækkingin skal fara fram uttan fortekningarrætt fyri verandi parteigarar felagsins. Hækking av partapeninginum kann fara fram heilt ella lutvíst við tekning ímóti gjaldi í reiðum peningi ella kann heilt ella lutvíst fara fram við tekning ímóti inngjaldi í øðrum virðum enn reiðum peningi ella heilt ella lutvíst við tekning ímóti inngjaldi við at umleggja skuld til partapening. Kapitalhækkingin kann ikki fremjast við inngjalding til ein tekningarkurs, sum kann vera lægri enn marknaðarvirðið á partabrøvunum.
Stk. 2.
Fyri nýtekning av partapeningi við heimild í hesi grein verða annars at galda hesar ásetingar:
-
- Nýggi partapeningurin fær somu rættindi í felagnum sum verandi partapeningur;
-
- Nýggju partabrøvini skulu ljóða uppá navn og eru negotiabul;
-
- Nýggju partabrøvini kunnu ikki vera inngoldin lutvíst;
-
- Nýggju partaeigararnir hava onga skyldu at lata partabrøv síni innloysa;
-
- Partabrøvini eru til støddar kr. 1 og multipla av hesum;
-
- Við yvirtekning ger nevnd felagsins frítt av, hvussu tann til tekningar innboðna partapeningsupphædd skal býtast millum tey, ið teknað hava.
§ 3 E
Stk. 1.
Aðalfundur felagsins hevur avgjørt at heimila nevnd felagsins til í tíðini frá 30. apríl 2016 til 29. apríl 2021 til í einum ella fleiri umførum at taka avgerð um upptøku av láni á upp til kr. 200.000.000 ímóti at skriva út umbýtilig skuldarbrøv, ið geva rætt til tekning av nýggjum partapeningi í felagnum. Partaeigarar felagsins skulu ikki hava fortekningarrætt við útskrivan av teimum umbýtiligu skuldarbrøvum sambært hesi heimild. Lánini verða at gjalda inn í reiðum peningi. Í aðramáta ásetur nevndin tær nærri treytirnar fyri umbýtiligu skuldarbrøvini, ið verða skrivaði út sambært hesi heimild.
Stk. 2.
Til fremjan av teirri til umbýtingini av teimum umbýtiligu skuldarbrøvunum hoyrandi kapitalhækkanina, verður nevndini heimilað til í tíðini frá 30 apríl 2016 til 29 apríl 2021, at hækka partapening felagsins í einum ella fleiri umførum við upp til íalt áljóðandi kr. 200.000.000 við umbýting av teimum umbýtiligu skuldarbrøvunum og sambært treytum annars ásettar av nevnd felagsins. Verandi partaeigarar felagsins skulu ikki hava fortekningarrætt til tann partapening, ið verður útskrivaður við umbýting av teimum umbýtiligu skuldarbrøvunum.
Stk. 3.
Fyri nýtekning av partapeningi við heimild í hesi grein verða annars at galda hesar ásetingar:
-
- Nýggi partapeningurin fær somu rættindi í felagnum sum verandi partapeningur;
-
- Nýggju partabrøvini skulu ljóða uppá navn og eru negotiabul;
-
- Nýggju partabrøvini kunnu ikki vera inngoldin lutvíst;
-
- Nýggju partaeigararnir hava onga skyldu at lata partabrøv síni innloysa;
-
- Partabrøvini eru til støddar kr. 1 og multipla av hesum.
Stk. 4.
Felagið hevur hin 25. mai 2016 gjørt avtalu við London Oil and Gas Limited um veitan av einum láni á upp til mótvirðið í DKK av GBP 8.000.000 (við dagsins kursi DKK 68,548,800), ið verður útgoldið felagnum eftir serskiltum útgjaldsfráboðanum í tíðarskeiði sum rennur út seinast 25. mai 2019 ("Konvertibla lánið"). Eitt og hvørt útgjald undir Konvertibla láninum fer fram ímóti at felagið útgevur umbýtulig skuldarbrøv fyri upphædd sum svarar til viðkomandi útgjald og skal samlaða upphæddin á útgivnum umbýtiligum skuldarbrøvum til eina og hvørja tíð vera ásett i § 3E, stk. 5 í viðtøkunum og má ikki fara uppum mótvirðið í DKK av GBP 8.000.000 (mótvirðið í DKK verður gjørt endaliga upp fyri hvørt útgjald pr. tann dag útgoldið verður). Umbýtuligu skuldarbrøvini við tilskrivaðum rentum geva lángevara rætt til at umbýta áogn sína til partabrøv í felagnum. Nærri lánstreytirnar fyri umbýtið framganga av skjal 1, ið er tann samlaða nevndarviðtøkan, og sum er ein integreraður partur av viðtøkum felagsins. Sum ein fylgja av hesum hevur nevndin samstundis viðtikið lutvíst at nýta ta i § 3E stk. 2 givnu heimild til at hækka partapeningin til treytirnar í skjal 1 í mun til umbýtuligu skuldabrøvini á upp til nominelt 6.236.240 partabrøv á DKK 1, tó so, at henda upphædd vegna reguleringar smb. skjal 1 vegna tilskrivan av morarentum samsvarandi skjal 1, pkt. 2,4 og vegna regulering millum DKK og GBP, kann gerast størri.
Stk. 5.
Á nevndarfundum tann 13. mars 2017 og tann 4. mei 2017 hevur nevndin viðtikið at trekkja samanlagt GBP 979.903 svarandi til DKK 8.611.504,69 undir Konvertibla láninum, og at skriva út skuldarbrøv, ið kunnu umbýtast til partabrøv i felagnum fyri eina samsvarandi upphædd í DKK og samsvarandi teimum treytum, ið eru ásettar í skjal 1 til viðtøkur felagsins. Hereftir eru eftir undir Konvertibla láninum ótrekt upphædd á íalt GBP 7.020.097,00 pr. 4. mei 2017 svarandi til DKK 61.830.908,30.
§ 4.
Boð frá partafelagnum til parteigararnar skulu sendast hvørjum einstakum skrivliga til tann bústað, ið seinast er skrivaður í partabrøvabókina ella við lýsing í almennum føroyskum lýsingarblað. Partabrøvini kunnu mortifiserast uttan dóm eftir teimum fyri partabrøv, sum eru negotiabul, til eina og hvørja tíð galdandi lógarreglur.
III. Aðalfundurin
§ 5.
Aðalfundurin verður skipaður av partaeigarunum, ið hava 1 atkvøðu fyri hvørjar kr. 1 teir eiga í partapeningi.
Partarnir skulu verða innskrivaðir í partabrævabók felagsins, áðrenn aðalfundurin verður hildin, fyri at geva atkvøðurætt.
§ 6.
Nevndin boðar til aðalfundar við tilskilan av tíð, stað og dagsskrá í minsta lagi 21 og í mesta lagi 30 dagar frammanundan, hetta við skrivliga at venda sær til hvønn einstakan partaeigara á tí bústað, ið seinast er skrivaður í partabrævabókina, ella við lýsing í almennum føroyskum lýsingarblað.
Aðalfundir felagsins verða at halda á heimstaði felagsins í Tórshavnar kommunu í Føroyum, í Keypmannahavnar kommunu í Danmark, í Oslo í Noreg ella í London í Onglandi.
Aðalfundur í felagnum verður, alt eftir nevndarinnar avgerð, hildin á føroyskum ella enskum máli.
§ 7.
Vanligi aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári, áðrenn apríl mánaður er úti, til viðgerðan av
-
- Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári.
-
- Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar.
-
- Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkenda roknskapin og ársfrágreiðing.
-
- Val av nevnd.
-
- Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi ársaðalfundur er lokin.
-
Mál, ið nevndin ellar partaeigararnir ynskja til viðgerðar.
§ 8.
Ein og hvør partaeigari hevur rætt til at fáa eitt ávíst evni sett á dagsskránna á vanliga aðalfundinum sbr. tó annað og triðja punktum. Verður kravið herum sett fram í seinasta lagi 6 vikur fyri, at aðalfundurin skal haldast, hevur partaeigarin rætt til at fáa evnið við á dagsskránna. Fær felagið kravið seinri enn 6 vikur fyri at aðalfundurin verður hildin, ger nevndin av, um kravið er sett fram í so góðari tíð, at evnið kann verða sett á dagsskránna.
§ 9.
Eyðkaaðalfundur skal verða hildin, tá ein aðalfundur, nevndin ella aðalfundarvaldi grannskoðari felagsins krevja tað. Eykaaðalfundur skal innkallast í seinasta lagi 2 vikur eftir at hetta skrivliga verður kravt av partaeigarum, ið tilsamans eiga minst 5 % av partapeninginum, til viðgerðar av einum ávísum samstundis tilskilaðum evni.
§ 10.
Í einum samanhangandi tíðarskeiði uppá 3 vikur, ið byrjar í seinasta lagi 3 vikur undan aðalfundinum, íroknað tann dag, tá aðalfundurin verður hildin, skal felagið í minsta lagi lata hesar upplýsingar vera atkomuligar fyri partaeigarum sínum á heimasíðu síni: innkalling, upplýsingar um samlaða talið av partabrøvum og atkvøðurættindum á innkallingardegnum, tey skjøl, sum skulu leggjast fram á aðalfundinum, dagsskrá og fullfíggjaðu uppskotini, umframt oyðubløð, sum skulu nýtast við fulltrúa- og brævaatkvøðu.
§ 11.
Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sambandi við partabrøv síni verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er 1 vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin.
Partaeigari kann skrivliga geva øðrum persóni fulltrú til at fara á fund og greiða atkvøðu hansara vegna.
Atgongd til aðalfundin hava harumframt fjølmiðlarnir.
Partaeigari, fulltrúi hansara vegna, umframt fjølmiðlar, hava rætt til at luttaka á aðalfundi, um viðkomandi í seinasta lagi 3 dagar fyri aðalfundin hava fráboðað felagnum hetta.
§ 12.
Aðalfundurin velur eftir uppskoti frá nevndini ein fundarstjóra.
§ 13.
Á aðalfundinum verða øll mál at gera av við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so at partafelagslógin fyriskrivar annað.
§ 14.
Tað, sum verður havt til umrøðu á aðalfundinum, verður ført í eina fundarbók, sum verður undirskrivað av fundarstjóranum.
§ 15.
Fundarstjórin avger atkvøðugreiðsluháttin, tó so, at einum og hvørjum partaeigara, ið møttur er á aðalfundi og sum hevur atkvøðurætt, er heimilað at krevja skriftliga atkvøðugreiðslu um ávíst mál.
IV. Nevndin
§ 16.
Nevnd felagsins hevur 3 limir.
Vanligi aðalfundur felagsins velur nevndina og verða limirnir valdir fyri 1 ár í senn. Afturval er loyvt. Galdandi verður tann skiftisregla, at teir nevndarlimir, ið standa fyri vali til ársaðalfundin í 2013, tá og frameftir, verða valdir fyri eitt ár í senn, og teir nevndarlimir, ið standa fyri vali til ársaðalfundin 2014, tá og frameftir, verða valdir fyri eitt ár í senn.
Nevndin skipar seg sjálv og skal seta stjórn við einum ella fleiri stjórum til at stjórna dagligu leiðsluna av felagnum.
Nevndarlimir fáa samsýning fyri nevndararbeiði sítt.
Gjørdar eru yvirskipaðar leiðreglur fyri incitamentssamsýning til nevnd og stjórn. Hesar leiðreglur eru samtyktar á aðalfundi felagsins og almannakunngjørdar á heimasíðu felagsins.
§ 17.
Nevndin hevur fund, so ofta formaðurin metur tað neyðugt, ella um ein av hinum nevndarlimunum ella ein stjóri ynskir tað.
§ 18.
Eingin avgerð kann verða tikin á nevndarfundi, uttan so at 2 nevndarlimir eru á fundi. Allar avgerðir verða tiknar við vanligari fleirtalsavgerð. Standa atkvøðurnar á jøvnum, so ræður atkvøða formansins.
§ 19.
Felagið verður bundið við undirskrift av tveimum nevndarlimum saman ella av einum nevndarlimi saman við einum stjóra ella av allari nevndini.
Fundarumrøður og viðtøkur verða skrivaðar í bók, sum verður undirskrivað av øllum á fundi. Nevndin hevur heimild at geva fulltrúarumboð.
Á hvørjum vanligum aðalfundi verða valdir upp til tveir grannskoðarar til at kanna roknskapin og meta hann saman við bøkurnar. Grannskoðararnir skulu verða løggildir.
§ 21.
Roknskaparár felagsins er almannakkaárið. Fyrsta roknskaparárið tó frá stovnanini til 31/12-1998.
§ 22.
Roknskapurin verður gjørdur í samsvar við góðan roknskaparsið og soleiðis, at allar kravdar og neyðugar avskrivingar og burturleggingar verða gjørdar.
Við gildi frá tí lóggávan annars loyvir tí, verður ársfrásøgn felagsins sett upp og latin á enskum.
-
-
-
- 0 - - - -
-
-
VIÐTØKUR FYRI P/F Atlantic Petroleum sum viðtiknar á stovnandi aðalfundi tann 11. feb. 1998 og sum seinast broyttar eftir aðalfundaravgerð hin 29. apríl 2016 og við nevndarfundaravgerð hin 13. mars 2017 og hin 4. mei 2017.
Tann 4. mei 2017
Nevnd: